Eingin avgerð er enn fallin í kappingini um meistaraheitið hjá kvinnum í flogbólti. Undan dystunum, sum vóru ásettir til at verða í vikuskiftinum, vóru Mjølnir og TB púra jøvn í stigum, men Mjølnir hevði væl betur settmun.
Útsett í Klaksvík
Eftir ætlan skuldu tríggir dystir spælast um vikuskiftið, men dysturin millum oddaliðið Mjølnir og botnliðið SÍ, sum skuldi verða í Klaksvík sunnudagin, bleiv útsettur orsaka av vánaliga veðrinum, sum var sunnudagin. Ístaðin verður dysturin spældur mikukvøldið.
Men í Trongisvági var dystur. Har hevði heimaliðið TB fingið vitjan av KÍF úr Kollafirði, og her var ongantíð nakar ivi um, hvat var betra liðið. TB var snøgt sagt ein klassa betur enn KÍF, og tær vunnu ein greiðan 3-0 sigur.
Fyrsta settið var skjótt avgreitt, tí TB vann stórt 25-11. Tey bæði næstu settini vóru heldur ikki serliga jøvn, tí í báðum førum vann oddaliðið 25-16, og harvið endaði dysturin við einum greiðum 3-0 sigri til TB.
Hin dystur, sum bleiv spældur um vikuskiftið, var á Kambsdali, har ÍF fekk vitjan av Drátti. Ikki kann sigast annað, enn at Dráttur fullkomiliga er steðgað upp seinastu trý umførini, eftir at tær annars vóru um reppið at vinna seg upp á oddasessin.
Tveir teir undanfarnu dystirnar hevur Dráttur tapt fyri ávíkavist TB og Mjølnir á Giljanesi, og hesaferð vóru tær við undirlutan móti ÍF á Kambsdali, tí heimaliðið vann 3-1.
TB hevur sostatt lagt seg á odda í meistaradeildini, men helst verður tað bara til mikukvøldið, tí tað er ógvuliga sannlíkt, at Mjølnir vinnur á SÍ. Tað merkir, at Mjølnir tá endurvinnur oddasessin, tí tær hava betur settmun enn TB.