Sannførandi vegetarrættir í hugnaligum hølum

Hvussu er úrvalið av vegetar-rættum á matstøðum í Keypmannahavn, og hvussu riggar? Tað hava vit roynt at funnið útav í vár, og tí hava vit vitjað nøkur matstøð. Vit eru ikki royndir mat-ummælarar ella serfrøðingar, men skriva bert út frá okkara uppliving á ymsu matstøðunum. Vit royna her Odette.

Odette: 

 

Sannførandi vegetarrættir í hugnaligum hølum

 

 

 

Í hjartanum av Keypmannahavn liggur matstovan Odette. Ein kanska yvirsædd perla á Kompagnistræde, eitt steinkast frá Gammel Strand, sum man ikki leggur so væl merki til, tá man gongur framvið. 

 

 

 

Inni er fjálgt og hugnaligt, og tað sær út til at vera fult hús í kvøld. Vit verða sett upp á aðru hædd við vindeygað, so vit síggja beint út á travlu síðugøtuna til strøget. Stemningurin er í topp, og prátið gongur lystiliga millum gestirnar í fullsettu Odettu. At vit frá okkara borði síggja beint inn í køkina, har kokkarnir gera matin, ger tað eyka hugnaligt inni.

 

 

 

Hetta er ikki ein vegetar-matstova burturav, tí tey servera eisini kjøt. Men tey hava eina vegetar-matskrá, sum vit hava hoyrt um, og sum vit vilja royna.

 

 

 

At byrja við fáa vit ein forrætt í trimum pørtum at deila – mandlur, oliven í olju og italienskar rískúlur kallaðar “arancini” við safran-aioli-dressingi afturvið. Hvørgin okkara plagar at eta oliven, men hesar kryddraðu oliven-fruktirnar eru heilt góðar. Nokk orsakað av oljuni, og so riggar tað bara væl saman við saltu barbeque-líknandi mandlunum. Arancini er serliga lekkurt; heitt og crispy.

 

 

 

Tað er ringt at steðga at eta, og hetta er ein øgiliga stór portión, mugu vit siga.

 

 

 

Síðani kemur næsta servering, og tað eru fýra smáir rættir at deila, millum annað eitt ølandsbreyð við hvítleyki. Afturvið skeinkir fyrikomandi tænarin eina italska hvítvín í gyltum liti, kallað Sassora. Sera frísk og løtt.

 

 

 

Maturin er snaskutur og broyskin, og tað liggur væl í munninum. Hetta kundu vit saktans etið okkum mett av, hugsa vit. Men enn manglar høvuðsrætturin. Og tað er ein fried auberginu-búffur við kapers, pipari og salsa-aktigum tomatum. Wauw!

 

 

 

Tað smakkar ikki sum ein kjøt-búffur (og tað skal tað nokk heldur ikki), men minnir meira um eina luksus-falafel. Sera lætt og smakkfult við lekkra tilhoyrinum, sum minnir um okkurt slag av salsa.

 

 

 

Samanumtikið var hetta ein heilt góð matstovuuppliving. Men blivu vit mett? Ja, um vit blivu! Meira enn so, og tað føldi man eisini dagin eftir. Tað var næstan í so nógv av mati… 

 

 

 

Ringt er at finna nakað at seta fingurin á… Stólarnir vóru kanska ikki so góðir at sita so leingi í. Men tað er so tað. Annars var service, matur og stemningur í topp.

 

 

 

So jú, ein vegetar-matskrá sum hendan á Odette er avgjørt viðmæld! Her kunnu vit heilt sikkurt finna upp á at koma aftur. 

 

 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##