Hergeir Staksberg
????????????????
Tað ið henda grein fer at snúgva seg um, er fyri tað mesta miðflokkin og mannin við Jesusi í reyvalummanum, tað alvitandi oraklið, sum eftir øllum at døma hevur munandi betri telepatiskt tilknýti til Harran enn fólk flest, løgmaður inkl., maðurin er ongin annar enn Jenis av Rana.
Eg havi mangan verið við at kvalst av manninum og hansara flokki, og tá hann so legði eftir løgmanni, tí hann talaði fyri samkyndum, so fleyt mítt bikar yvir og tað gekk samstundis upp fyri mær, at tann ið tegir, hann samtykkir og eg eri ikki ein teirra.
Tað er heilt greitt, at Jenis og flokkur hansara stríðast fyri at fáa eitt teokratiskt samfelag (merkir gudsstýri) upp at standa og tí meti eg flokkin vera beinleiðis vandamiklan. Seinast vit høvdu eitt slíkt samfelag var úrslitið alt annað enn gott. Tíðin tá heimurin varð stýrdur av religión verður nevnd, tann myrka miðøldin. Sjálvurhaldi eg lýsingina av tíðini siga rættiliga nógv. Um hetta mundið var alt stýrt beinleiðis eftir bíbliuni og eitt faktum er, at við meira ágrýtni religitónin verður fylgd, tess størri gerst grimdin og tess verri verður støðan hjá fólkinum.
Undir tí myrku miðøldini, tá ið kristindómurin varð fylgdur nágreiniliga, fór ein umfatandi trúvillingarannsókn fram og alskyns pínsluháttir vórðu nýttir, t.d. vórðu milliónir av kvinnum brendar á báli, alt slag av grimd bleiv framt móti øllum fólkasløgum og varð alt hetta framt í navni faðirsins. Um vit leita aftur í tíðina, so síggja vit skjótt nógvar ræðuleikar, ið kristindómurin hevur havt við sær. Her eru trý dømi út av óteljandi:
1) Heksajagstranin, ið fór fram, varð øll sum hon var bygd upp á kristindóm (a.k.a. kristna siðalæru, sum eg meini at allir teir politisku flokkarnir ganga inn fyri). Her blivu ósek fólk, ið dugdu eitt nú at lesa ella dugdu okkurt læknakynstur, brend á báli, tí at hetta var djevulsins verk. Jenis skal prísa seg lukkuligan, at hann ikki livdi tá, tí hann dugir bæði at lesa og so er hann eisini lækni, so hansara livitíð hevði ikki verið long.
2) Tá fólk hoyra Ku Klux Klan verða nevnt, tonkja tey flestu uppá rasistar og sjúklig fólk,men tey flestu vita ikki, at Ku Klux Klan er ein protestantiskur felagsskapur, sum hevði fleiri milliónir limir og tankagongdin hjá Ku Klux Klan verður grundgivin út frá bíbliuni (t.v.s. Ku Klux Klan byggir eisini á kristnu siðalæruna). Ku Klux Klan ognaði sær gjøgnum bíbliuna rættin at fara við svørtum, sum teimum lysti og mangan fylgdi manndráp við. Vert at leggja afturat er, at Indiana var tað staðið, har ið K.K.K. hevði størst vald og samstundis flest ræðuleikar, og júst Indiana varð teokratiskt stýrt!
3) Fara vit so heim til okkara, so eru tað minni enn 100 ár síðani, at man fekk einvegis atgongumerki til tann grábeinta, um man spældi kort! Hevði hetta verið í dag, so hevði tað verið heitt hjá Bridgefelagnum og vóru allir limir teirra eisini á listanum yvir einvegis atgongumerki.
Tað, sum eg royni at vísa á við hesum trimum dømum, er at bíblian hevur lyndi til at skula »uppdaterast« við tíðini, og tað, sum er felags fyri dagføringarnar er, at alt, ið stendur fyri skotum, er eitthvørt ið vit ikki hava vitan um, t.d. tað at duga at lesa, vera myrkur ella tað at spæla kort. Hevur man ikki nøktandi vitan innan eitt øki, er lætt at byrja at óttast, heldur enn at savna sær vitan og kanna málið. Vit kunnu skjótt blíva samd um, at niðurstøður og tankagongd, ið byggja á manglandi forstáilsi, elva til snævurskygni, mismun og ignoransu, ið er víðagitin uppskrift til eitt nú rasismu.
Eitt annað, ið eyðkennir dagføringarnar hjá teimum kristnu fundamentalistunum er, at fólk skulu óttast eitt ella annað, tí tá eru menniskju so deiliga løtt at manipulera við ? eitt slag av terrorismu.
Samkynd standa fyri skotum
Tann nýggjasta dagføringin er fram ímóti teimum samkyndu og veit Miðflokkurin ikki síni livandi ráð, hvussu hann skal basa hesum »trupulleika«.
Eitt nú undir øðrum heimsbardaga, tá royndu nazistarnir at útrudda jødar, fólk við breki og homoseksuell. Um hugt verður at hagtølum fyri hesa tíðina í Týsklandi, so leggur man til merkis, at talið á fólki við breki og homoseksuellum er metlágt í mun til aðrastaðni ? so far so good, MEN tá næsta ættarliðið so kom til, sá mann skjótt, at hetta ættarliðið hevði eins nógv fólk við breki og homoseksuell í miðal sum onnur lond. Hetta vilsiga, at tað er náttúrligt, at fólk eru fødd við breki ella homoseksuell, eins og tað er náttúrligt, at vera føddur heteroseksuellur. Tú kanst t.d. ikki biðja ein homoseksuellan lata vera við at vera homoseksuellan, eins og tú ikki kanst biðja ein brekaðan lata vera við at vera brekaðan! Men hví skuldi man gjørt tað?
John Stuart Mill segði á sinni nøkur orð, ið eg vildi mett, at øll fólk við sunnari fornuft kunnu taka undir við: »So leingi vit ikki skaða onnur, eiga vit at kunna tonkja, tosa, virka og liva soleiðis sum vit halda vera rætt, uttan at viðkomandi verður illa viðfarin av einstøkum, lógini ella stjórnini«. Sitat: John Stuart Mill.
Ótti er grundarlagið fyri Miðflokinum!
Hví trúgva fólk? Eg haldi, at tað er tí tey eru vaksin upp við at trúgva á ein gud frá tí tey vóru børn og hetta meini eg vera høvuðsorsøkina, saman við ynskinum um tryggleika, einari kenslu av at ein stóribeiggi ansar eftir tær. Hesar báðar orsøkir spæla ein týðandi leiklut, tá tað kemur til at ávirka trongdina hjá fólki til at trúgva upp á eina hægri makt.
Hvat byggja flestar religiónir á? Fyrst og fremst verða religiónir bygdar á ótta. Tað er partvíst ynski um kensluna av at ein eldri beiggi stendur við liðina, tá tú hevur trupulleikar ella ósemjur. Høvuðsorsøkina meti eg tó at vera ótta ? ótti er grundarlagið fyri tí heila; óttin fyri tí ókenda, óttin fyri tapi, óttin fyri deyðanum, óttin fyri helviti, óttin fyri gudi ? og júst ótti er faðirin at grimd og tískil er tað ei undur í, at religión og grimd hava gingið hond í hond alla hesa tíðina. Eg meini eisini at tað er júst ótti, ið ger tað møguligt hjá myndugleikum (í hesum førinum Miðflokkinum), at brúka menniskjaheiltan sum modellervoks og byggja júst ta myndina av veruleikanum, sum teimum lystir.
Um tú hyggur at gongdini innan hvørt eitt einasta manngóða framstig í heiminum sum eitt nú framstig innan revsilóg, hvørt fet móti minkan av kríggi, hvørt fet mótvegis einari betri viðferð av littum fólki, hvørjum niðurskurði av trælahaldi, innan øll moralsk framstig, ið eru gjørd gjøgnum tíðina, so hava religiøsar samkomur mótmælt ? og nú gera tær tað enn einaferð.