Sansir vil á heimsmarknaðin

Við síni nýggju CMS-skipan, ið teir rópa Sansir.net, ætlar Sansir sær nú út á heimsmarknaðin

Sansir hevur lagt stóran dent á, at skipanin, sum fyritøkan hevur arbeitt miðvíst við í eini tvey ár, er so brúkaravinarlig sum gjørligt, og at tað ikki krevst stórur KT-førleiki til tess at arbeiða við skipanini.
 
Framman fyri aðrar CMS-skipanir
Sansir.net kann tillagast til ymisk sløg av brúkarum, og hetta hevur millum annað við sær, at tað kann tillagast, hvørjar møguleikar ein brúkari hevur við skipanini.
- Tað er býtt upp í tvey brúkaramóti, nevnliga easy og advanced. Brúkaramótið easy er sera lætt at brúka, og tað krevst sera lítil KT-kunnleiki fyri at arbeiða í skipanini sum easy-brúkari. Hinvegin gevur brúkaramótið advanced nógv fleiri møguleikar, og tað er eisini ógvuliga framkomið. Advanced er fyrst og fremst ætlað umsitarum og øðrum, ið hava meiri umfatandi uppgávur enn tey flestu, greiddu tey á Sansum frá á tíðindafundi fyrr í vikuni.
Tey á Sansum halda, at nýggja skipanin hjá teimum er so mikið brúkaravinarlig og einføld, at Sansir.net er framman fyri aðrar CMS-skipanir. Tí ætlar Sansir sær á heimsmarknaðin við skipanini. Hetta verður millum annað gjørt við at lata upp deild í Keypmannahavn seinni í ár, og uppgávan hjá hesi deild verður fyrst og fremst at gera vart við Sansir.net uttanlands.
Á KT-stevnuni í Norðurlandahúsinum fer Sansir at vísa fram nýggju Sansir.net skipanina.