Santos til reiðar at selja Neymar

Líkt er til, at Neymar nærkast Barcelona, eftir at felag hansara, Santos, boðaði frá, at tað hevur góðtikið tvey boð fyri evnaríka áleyparan.

 

Santos upplýsti ikki nøvnini á teimum báðum fløgunum, sum hava bjóðað, men hildið verður fyri vist, at talan er um sponsku stórliðini, Barcelona og Real Madrid, har Barcelona altso er mettur sum favorittur.

 

Í eini fráboðan sigur felagið á sínari heimasíðu: Santos boðar frá, at vit hava fingi tvey boð fyri Neymar da Silva Santos Junior.

 

Fleiri feløg hava ligið framvið at fáa fatur á evnaríka spælaranum, men nú sær altso út til, at tað verður Barcelona, ið fer avstað við honum, skrivar Daily Mail.