Sao Paulo fór við heimsmeistaraheitinum

Tað gjørdist Sao Paulo úr Brasilia, ið vann finaluna í FIFA heimsmeistaraskapinum eftir tepran finalusigur á Liverpool

Sao Paulo fekk sigursmálið í 27. minutti, tá Luciano da Silva Mineiro Carlos, sum hansara fulla navn er, skoraði einasta málið í dystinum.
Liverpool royndi at trýsta í seinna hálvleiki og hevði eitt ótal av hornaspørkum. Eisini fekk Liverpool trý mál kolldømd - tvey av teimum fyri rangstøðu, sum Sao Paulo dugdi sera væl at nýta.
Í 88. minutti hevði Liverpool bóltin í netinum, men Garcia varð mettur at vera rangstaddur. Liverpool leikararnir vóru sera ónøgdir við hendan dómin hjá linjuverjanum, og myndirnar vístu eisini, at Garcia ikki varð rangstaddur í hesi støðu.
Sao Paulo fór sostatt avstað við steypinum fyri triðju ferð í søgu felagsins.