Mótstøðukvinnan er brasilianska Danila Ramos, sum er fyrrverandi WBO interim-heimsmeistari, og tað er longu sera spennandi og heitt millum tær.
Báðar síggja út til at vera í toppformi.
Sarah Mahfoud er á heimavølli her í Keypmannahavn, og tað merkist, tí rómurin er øgiligur í høllini.
– Sarah! Sarah! rópa áskoðararnir.
Undirtøkan tykist tó ikki ávirka Danilu, sum er sera aggressiv og gevur Sarah skarpan gang.
Vinnarin sleppur nevniliga at møta heimsmeistaranum Amandu Serrano – og harvið boksa um heimsmeistaraheitið.
Sarah hevur vunnið og vart heimsmeistaraheitið fyrr, frá 2020 til 2022, og tað ætlar hon sær aftur nú.
Men tað verður ikki lætt, tí Danila Ramos er sera væl fyri. Sarah Mahfoud sigur soleiðis við Danish Fight Night, sum skipar fyri:
– Danila kláraði 12 umfør á 3 minuttir í sínum HM-dysti móti Amandu Serrando, so eg veit, at hon hevur konditiónina uppá pláss og kann blíva við. Tað var ein harður dystur, men hon gav ongantíð upp, so hon hevur hjartað við. Hon er ein fightari, og hon flytir seg væl í ringinum. Eg rokni við, at hetta verður ein tekniskt góður dystur, og eg haldi, hon liggur væl til mín, sigur hon.
– Eg rokni við, at vit kunnu levera ein sera góðan dyst, men og trúgvi sjálvandi eisini uppá, at eg fari at vinna, sigur Sarah Mahfoud, sum hevur mammu úr Vestmanna.
Les meira um dystin HER.
Hygg eftir stemningmyndum frá kvøldinum HER.
LES EISINI: Sarah vann: - Eg eri so glað
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##