Málið snýr seg um eins teldupostar, sum SAS sendi til 18.201 kundar á vári 2020.
Brúkaraumboðið legði sak og kravdi bót frá SAS fyri villleiðandi samskifti.
Í teldupostinum vórðu kundar kunnaðir um møguleikar í sambandi við eina komandi fráferð. Fleiri vóru av teirri fatan, at flogfar teirra varð avlýst og kravdu endurgjald.
Tey fingu eisini endurgoldið, men bert ein brotpartur av ferðaprísinum. Sambært SAS vóru túrarnir ikki avlýstir.
So tey høvdu bara rætt til endurgjald av skatti og avgjøldum.
/Ritzau/










