Norðurlendska flogfelagið SAS, sum kappast við Atlantsflog á farleiðini millum Føroyar og Keypmannahavn, fleyg í fíggjarárinum 2017/18 30,08 milliónir ferðafólk. Hetta er tað mesta nakrantíð og fyrstu ferð, at SAS fer upp um 30 milliónir ferðafólk í einum ári.
Tað skrivar Check-In.
Í 1999 hevði SAS 22 milliónir ferðafólk, men næstu árini hevði flogfelagið trupult við at vaksa eins nógv um sítt ferðafólkatal sum marknaðurin vaks. Seinastu árini hevur gingist betur við at fáa fleiri ferðafólk, og nú hevur felagið nátt einum stórum máli – at fara um 30 milliónir.
– Hetta er eitt ferðafólkmet, sum vit eru errin av, sigur Lars Sandahl Sørensen við Check-In.
Seinastu 10 árini hevur SAS selt fleiri smærri flogfeløg og ognarlutir í øðrum flogfeløgum fyri at gera sítt tilboð meira eins. SAS hevur selt Blue1, Cimber, Spanair og Widerøe, og felagið hevur selt minnilutapartar í airBaltic, Estonian Air og Skyways.