SAS og flogternurnar samd – verkfall av ongum

SAS er komið ásamt við norsku fakfeløgini hjá kabinustarvsfólkunum um ein nýggjan sáttmála. Harvið verður tað fráboðaða verkfallið av ongum.

Semjan varð gjørd eftir nýggjar samráðingar við hjálp frá ríkismeklaranum, eftir at eitt fyrr avtalað semingsuppskot varð felt í uratkøvugreiðslum hjá limunum í fakfeløgunum Fellesforbundet og Parat.

 

Partarnir siga, at arbeitt hevur verið miðvíst seinastu dagarnar fyri at finna eina loysn, sum kann tryggja størri støðufesti og forútsigilig viðurskifti. Samstundis heldur SAS fram við arbeiðinum at styrkja kappingarførið hjá felagnum á einum marknaði, har kappingin er hørð.

 

– Tað týdningarmesta er nú, at vit eru komin ásamt, og at tað fráboðaða verkfallið er av ongum. Gjøgnum alla tilgongdina hevur fremsta raðfesting okkara verið at minka um óvissuna hjá kundunum og tryggja, at tey kunnu ferðast sum ætlað. Samstundis er tað avgerandi, at SAS heldur fram við arbeiðinum at styrkja kappingarførið og tryggja eina burðardygga fyritøku eisini komandi árini, sigur Pernille Ormholt Vang, starvsfólkastjóri í SAS.

 

SAS sigur, at felagið nú kann savna seg fult og heilt um kundarnar í einum sera hendingaríkum ferðatíðarskeiði, og fegnast um, at verkfallsætlanin ikki fær nakra ávirkan á ferðafólkini.