- Hava tit eitt nú tomatplantur, agurk ella aðrar plantur standandi í vindeyganum, sum hava brúk fyri meira plássi, eru tit vælkomin at geva teimum eitt pláss í vakstrartunlinum

Bjóða til opið hús í vakstrartunli

- Hóast vakstrarárið ikki byrjar við skipaðum virksemi fyrr enn næsta ár, eru íbúgvar í Sjóvar kommunu vælkomnir at seta plantur niður í tunnilin longu nú

 

- Hava tit eitt nú tomatplantur, agurk ella aðrar plantur standandi í vindeyganum, sum hava brúk fyri meira plássi, eru tit vælkomin at geva teimum eitt pláss í vakstrartunlinum

- Nú tunnilin er liðugur, vilja vit fegin bjóða øllum áhugaðum til opið hús í Fløtuvegi 71 seinnapartin sunnudagin.

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu í dag, og hetta er kunning til borgararnar í kommununi.

 

- Komið inn á gólvið millum klokkan 15 og 17 og fáið eitt gott prát. Vit bjóða kaffi og kaku.

 

Sagt verður, at hóast vakstrarárið ikki byrjar við limum og skipaðum virksemi fyrr enn næsta ár, eru íbúgvar í kommununi vælkomnir at seta plantur niður í tunnilin longu nú.

 

- Neyðugt er, at fólk ansa eftir plantunum sjálvi.

 

Og lagt verður aftrat: 

 

- So, um tit eitt nú hava tomatplantur, agurk ella aðrar plantur standandi í vindeyganum, sum hava brúk fyri meira plássi, eru tit vælkomin at geva teimum eitt pláss í tunlinum.

 

At enda verður sagt, at øll eru hjartaliga vælkomin til opið hús seinnapartin sunnudagin, har nýggi vakstrartunnilin í Fløtugerði verður vístur fram.

 

- Hava tit eitt nú tomatplantur, agurk ella aðrar plantur standandi í vindeyganum, sum hava brúk fyri meira plássi, eru tit vælkomin at geva teimum eitt pláss í vakstrartunlinum