U21 HM: Sasja hevur triðflestar bjargingar - serbiskur málverji hevur næstflestar

Tað eru nakrir dygdargóðir málverjar, ið fara á vøllin fyri Føroyar og Serbia í morgin

Aleksandar "Sasha" Lacok hevur bjargað 39 prosent av málroyndunum higartil í kappingini (Mynd: IHF)

Hondbólts-Føroyar telja niður til hósdagin klokkan 12.15, tá okkara U21-landslið skal spæla HM-fjórðingsfinalu móti Serbia í Max Schmelling høllini í Berlin. 

 

Ein lykil til at vinna ein tættan hondbóltsdyst sum tann millum Føroyar og Serbia eru góðir málverjar, og teir eru at finna á báðum liðunum.

 

Serbiski málverjin, Luka Krivokapic hevur higartil í kappingini bjargað 42 prosent av málroyndunum, og er higartil tann næstbesti málverjin í kappingini.

 

Aleksandar "Sasja" Lacok hevur higartil í føroyska málinum bjargað 39 prosent av málroyndunum, og hann er higartil tann triðbesti málverjin í kappingini. 

 

Pauli Jacobsen er nummar 12 á listanum. Pauli hevur higartil bjargað 35 prosent av málroyndunum. 

 

Marko Mrdovic hjá Serbia er nummar 11 á listanum, so her er talan um fýra dygdargóðar málverjar. Vónandi hava Sasja og Pauli munin í morgin. 

 

 

 

Aleksandar "Sasha" Lacok hevur bjargað 39 prosent av málroyndunum higartil í kappingini (Mynd: IHF)