Sasja stórspældi fyri St. Gallen í kvøld

Aleksandar "Sasja" Lacok bjargaði meir enn helvtina av málroyndunum í útisigri hjá St. Gallen

Í kvøld spældi landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok sín higartil besta dyst í bestu sveisisku hondbóltsdeildini.

 

Sasja bjargaði 22 av 43 málroyndum, tá lið hansara, TSV St. Otmar St. Gallen vann greiðan 32-23 sigur á Handball Stäfa. Tað lá serliga væl fyri hjá St. Gallen í fyrra hálvleiki. Sasja og liðfelagarnir vóru frammanfyri við átta málum, 18-10 í steðginum. Bjargingarprosentið hjá Sasja var sostatt 52 prosent, ið er framúr gott.

 

Talan var um triðja sigurin á rað hjá St. Gallen, ið er fjórðfremst í deildini við 10 stigum fyri átta dystir. 

 

Fríggjadagin klokkan 17 - klokkan 18 lokala tíð - spælir St. Gallen dyst á heimavølli móti HC Kriens, ið er eitt stig aftanfyri St. Gallen.