Mynd frá verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum í 2024

Sáttmálin longdur til á midnátt í annaðkvøld

Sáttmálin millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini er enn einaferð longdur

Mynd frá verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum í 2024

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini, sum samráðast um nýggjan sáttmála, hava longt sáttmálan, sum annars fór úr gildi 1. mai til og við á midnátt í morgin týdagin 5. mai. Hósdagin varð hann longdur til á midnátt í kvøld.

Feløgini samráðast um nýggjan sáttmála, og hildið verður á við samráðingunum í morgin.

 

 

Mynd frá verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum í 2024