Zelenskyj og Putin lýsa hvør sína vápnahvíld

Forsetarnir í Ukraina og Russlandi, Volodymyr Zelenskyj og Vladimir Putin, hava báðir lýst vápnahvíld - men ikki somu dagar

Fyrst frættist, at russiski forsetin hevði lýst vápnahvíld í eitt samdøgur - 8. og 9. mai - tá Russland hátíðarheldur sigursdagin yvir Týsklandi undir seinna heimsbardaga.

 

Russiska verjumálaráðið hevur hótt við stórum hevndarálopum, um Ukraina leypir á Russland undir sjálvlýstu vápnahvíldini hjá russiska forsetanum.

 

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, hevur umrøtt sjálvlýstu vápnahvíldina hjá Vladimir Putin sum óseriøsa.

 

Í kvøld hevur Zelenskyj so kunngjørt eina vápnahvíld náttina til mikudagin hin 6. mai, og hetta er so tveir dagar fyri vápnahvíldina, sum Putin hevur lýst at galda frá 8. mai.

 

Ukrainski forsetin hevur lagt boðini út á X, fyrrverandi Twitter, og Ukraina sigur, at brýtur Russland vápnahvíldina, hevur ukrainski herurin fullan rætt til at svara aftur.

 

##med2##

 

 

 

Helst liggu onkur taktikkur í, at Zelenskyj lýsir vápnahvíld tveir dagar áðrenn Putin