Saudiarabia fær ikki HM í hondbólti í 2029 ella í 2031

HM-endaspølini í hondbólti hjá monnum í 2029 og 2031

Altjóða hondbóltssamgongan, IHF hevur tikið avgerð um, at Saudiaarabia fær ikki vertsskapin fyri HM í manshondbólti, hvørki í 2029 ella í 2031.

 

Í norðurlendskum hondbóltsmiðlum verður yvirhøvur fegnast um hesa avgerðina.

 

Bæði hesi HM-endaspølini vera avgreidd í Evropa.

 

Kandidatarnir til vertskapirnar í 2029 og 2031 eru Týskland/Frakland og Danmark/Noreg/Ísland. Nú fer IHF í næstum at taka støðu til hvørji fáa vertsskapirnar í 2029 og í 2031.

 

Spania verður vertur fyri HM-endaspælinum hjá kvinnum í 2029, og Kekkia/Póland vera vertir í 2031.