Savna pengar til Sandoyartunnil

Fríggjakvøldið skipa pol­it­isk ung­mann­a­feløg fyri stuð­uls­til­taki heima á Sandi til frama fyri Sandoyartunnilin.

Tað er felagsskapurin Pol­Ung - sum er Sosialistiskt Ung, Ung fyri Miðflokkin, Unga Sam­bandi og Unga Tjóð­veldi, sum skipa fyri hes­um stuðulstiltaki fyri Sand­oy­ar­tunl­­inum.­ Til­takið verð­ur fríggjakvøldið klokkan 20 í Virkinum heima á Sandi.

Á skránni verður tón­leik­ur við bólk­inum ­Gypsy Train, fram­løg­ur frá ung­manna­fel­øg­u­num, op­ið kjak og eis­ini spenn­andi kviss.

- Sjálv­andi gongur talvan, og pen­­ing­urin fer óskerdur til Sand­oy­ar­tunn­il­in. Ung sum gom­ul eru øll væl­komin til kul­asta stuð­uls­til­tak fyri Sand­oy­ar­tunnilin nakrantíð, siga ung­mann­a­fel­øg­ini­, sum tó einki siga um, hvørt til­takið er meint sum skemt ella álvara.