Limir og onnur áhugað eru boðin oman í Perlina mikukvøldið 8. oktobur. Her fara vit í felag at kjakast, hugsa og menna uppskot til, hvussu ein veðurlagslóg kann síggja út, skrivar Føroya Náttúru og umhvørvisfelag.
Ætlanin er at savna ymisk sjónarmið, royndir og hugskot, so vit fáa eitt so sterkt og viðkomandi grundarlag sum gjørligt. Tiltakið verður skipað sum ein opin prosess, har fólk kunnu geva sítt íkast.