ÍSB trúgvar stuðlar

Ítróttur. Stuðulsfelagið hjá ÍSB hevur latið ÍSB 165.000 krónur í ár

Tað vóru gyltar tíðir, tá ÍSB kom heim til Føroya við gull- og øðrum heiðursmerkjum.

Nú hava yngri kreftir tikið við, og ÍSB vóna tey, at hesi fara at verða líka íðn, sum tey undanfarnu.

ÍSB man eiga eitt tað trúgvasta stuðulsfelagið í landinum. Stuðlafelagið hjá ÍSB hevur stuðla sera væl fíggjarliga, og í ár hava tey lata ÍSB tríggjar kekkar, sum samanlagt hava givið brekaða ítróttinum 165.000 krónur.

Seinasta týskvøld vóru teir tríggir nevndarlimirnir í ÍSB, Jón á Steig, Johan Samuelsen og Egga Jensen og tóku ímóti kekki upp á 60.000 krónur.

Teir hildu, at tað er ótrúligt, at ÍSB hvørt ár skal fáa so góðan stuðul, og teir takka fyri.

Í nevndini í stuðlafelagnum hjá ÍSB eru Martha Poulsen, Brynhild Rasmussen, Paulina Laksaberg, Andrea Haasen, Annfinn Poulsen, Gvøðbjørg Rasmussen og Annelisa Jacobsen.

Tað eru ikki bara tey, sum luttaka í kappingum uttanlands, sum fáa ágóðan av stuðlinum,

Nú byrja stuðulsvenjingarnar, og tað eru nógv brekað, sum fáa hesar venjingar.

Stuðulsfelagið hjá ÍSB hevur 300 limir, og partur av hesum limaskara møtist hvørt týskvøld. Limirnir búgva víða um á oyggjunum.