Schmeichel givin á landsliðnum

Týsdagin sleptu donsku landsliðsvenjararin einari sannari bumbu, tá teir kunngjørdu, at Peter Schmeichel steðgar á danska landsliðnum

 

Fótbóltur


Tað fór sum eldibrandur gjøgnum donsku pressuna, at besti málverjin í danskari fótbóltssøgu nú er givin á landsliðnum. Maðurin við 128 dystum á baki, hevur annars fyrr givið ábendingar um, at hann ætlaði sær at spæla fram til HM 2002, men nú verður hetta so av ongum. Í øllum førum, tá talan er um landsliðsfótbólt.

Í felagi sínum, Sporting Lissabon í Portugal, hevur Schmeichel júst skrivað undir nýggjan sáttmála, so har verður málverjin so verðandi fram til 2002.


Miðlarnir fáa skuldina

Í stuttari viðmerking til stegðin, segði málverjin týsdagin, at hann steðgar, tí hann ikki longur hevur neyðuga stuttleikan við sær til landsdystirnar. Umframt hetta, sigur hann, at tað eru fleiri smærri orsøkir til bráða steðgin, men at hann ikki ætlar at viðgera hetta her og nú. Landsliðsvenjararnir báðir seg vita, hví avgerðin er tikin, og báðir siga teir seg skilja støðutakanina hjá málverjanum.

Gitingar hava sjálvandi verið frammi um, hvørjar hesar smærri orsøkir eru, og millum annað hevur TV2 róð uppundir, at ein orsøk helst er viðferðin, sum hann hevur fingið í donskum fjølmiðlum.

Hetta hevur longu fingið ítróttarstjóran á Ekstra-blaðnum, Olav Skaaning Andersen, til at taka pennin fram, og hann heldur tað so avgjørt vera nakað fjas, at miðlarnir skulu hava sína orsøk til hetta. Víðari verður har skrivað, at Schmeichel altíð hevur verið sera høgt í metum á blaðnum, men at teir samstundis duga at skilja, at málverjin gevst, nú hann ikki longur tykist vera á toppinum.

Hitt stóra blaðið, BT, er meira beinleiðis enn TV2, og skrivar, at tað allar helst er skrivingin í eitt nú Ekstra-Blaðnum, sum hevur givið seinasta skumpið. Eitt nú verður víst á mánadagsútgávuna, har EB á forsðuni krevur Schmeichel avsettan av landsliðnum.


Kundi verið sannleikin

Júst hvar sannleikin liggur í øllum hesum, hevur Schmeichel sum kunnugt boðað landsliðsvenjarunum frá, men allar helst liggur hann onkustaðni mitt ímillum omanfyrinevnda.

Seinastu tíðina hevur málverjin havt fleiri smærri skaðar at dragast við, og avrikini hava heldur ikki verið tey bestu á felagsliðnum.

Hinvegin er tað eingin loyna, at luftin millum hann og Ekstra-Blaðið í nógv ár hevur verið sera kølin. Longu í fyrstu bókaútgávuni, sum Schmeichel var við til ? í 1991 ? gevur hann blaðnum skuldina fyri, at Sepp Piontek valdi at gevast sum landsliðsvenjari.

Í nýggju bók sínari, sum kom á marknaðin fyri einum ári síðani, skrivar hann aftur sína hugsan um blaðið. Hetta í samband við eina samrøðu, sum varð gjørd í Manchester, og sum eftir hansra tykki varð broytt dekan ov nógv, tá hon stóð á prenti.

Málverjin er jú komin upp í árini, og ásannar kanska, at tíðin nærkast, har hann skal leggja handskarnar á hillina. Danmark hevur fingið ein góðan málverja at yvirtaka sessin, og tí hevur Schmeichel júst nú ein upplagdan møguleika at vinna Ekstra-Blaðnum eina dygga neis.

Hetta tykist í øllum førum verða mest upplagda boðið til avgerðina hjá allar helst besta, og í øllum førum mest vinnandi málverjanum í danskari fótbóltssøgu.


Langur listi

Peter Schmeichel hevur danskt dystarmet á landsliðnum við 128 dystum, nú hann gevst. Tríggir av hesum dystum hava verið móti Føroyum. Hann hevur vunnið DM tríggjar ferðir við Brøndby, ensku Premier League fimm ferðir, enskur F.A. Cup tríggjar ferðir, Liga Cup eina ferð og krúnuna setti hann á verkið, tá hann í seinasta dysti sínum fyri Manchester United var liðformaður á liðnum, sum vann Champions League. Fyri hálvum øðrum ári síðani skrivaði hann undir sáttmála við Sporting Lissabon, har hann í fyrstu royndini var við til at vinna fyrsta meistaraheitið felagsins í 22 ár, og komandi kappingarár sær nú út til at gerast hansara seinasta á hægsta stigið.

Harumframt hevur Peter Shmeichel sum kunnugt eisini keypt gamla felag sítt, Hvidovre, so møguliga fer Óli Johannesen at síggja meira til stóra málverjan komandi tíðina.