Sculpture by the Sea í Århus

Århus Havn er størsta havn í Danmark mált við inn- og útfluttningi. Men sunnari partur av Århus-víkini hevur frá 5. juni til í dag 5. juli verið karmur um størstu uttandura listastevnu í Danmark, kallað Sculpture by the Sea.

Århus Havn er størsta havn í Danmark mált við inn- og útfluttningi. Men sunnari partur av Århus-víkini hevur frá 5. juni til í dag 5. juli verið karmur um størstu uttandura listastevnu í Danmark, kallað Sculpture by the Sea.

 

Talan er um 56 listaverk ella standmyndir framvið fjøruni, sum listafólk úr 26 londum hava gjørt. Henda listaframsýningin, sum er ókeypis, er annað hvørt ár, og er stevnan í ár á fjóra sinni.

 

Tað sigst, at tað eru danska krónprinsaparið, sum komu við hugskotinum um at skipa fyri eini uttandura standmyndaframsýning, og eru tey samstundis verjar fyri hesi serligu og annarleiðis framsýningini.

 

Tað situr eitt stýri, sum verlur út tey, ið vilja vera við á hesi serstøku framsýningini, sum er vorðin heimskend og er sera væl vitjað – Fleiri hundrað túsund vitja hvørt ár, boða fyrireikarnir frá.

 

At skipa eina slíka framsýning er kostnaðamikið. Verkætlanin kostar í ár kr. 17 mill. Men Århus kommuna, saman við 100 grunnum og fyritølum stuðla, so hetta longu nú navnframa tiltak kann lata seg gera, og er ætlanin at halda fram í 2017..

 

Til ber eisini hjá hyggjarunum at meta um ta standmynd, sum teimum dáma best ella halda vera mest áhugaverda. Her hevur ein serlig glaskúla, ið annars kann keypast fyri kr. 500.000,- fingið stóran áhuga. Tó eru hyggjarametini enn ikki er almannakunngjørd

.

Sculpture by the Sea, sum hevur verið opin alt døgnið, er ókeypis og úti, hevur boðið hyggjaranum eina serstaka uppliving, saman við góðari rørslu, at síggja list, náttúru og fáa felagsupplivingar á víðum øki fram við fjøruni í Århus, har sólin í dag bakaði við upp ímóti 30 hitastigum, nú síðsti dagurin fyri framsyningina var í dag.

 

Ørgrynna av fólki høvdu leitað sær oman í víðu mølina í Århus at hyggja at hesi serligu framsýningini, Sculpture by the Sea.

 

www.sculpturebythesea.dk