Nordisk 2014 konsertferðin har Byrta er ein av luttakandi bólkunum byrjar komandi viku í Galaksen í Værløse. 15. februar kemur konsertferðin til Føroyar.
Umframt Byrtu eru 3 aðrir norðurlendskir bólkar, vit fara at hyggja nærri at, hvørjir hesir eru.
Sea Change er norska Ellen A. W. Sunde, ið búleikast í Berlin. Hóast hon enn bert hevur givið út eitt lag, so verður hon spádd, at verða eitt tað mest spennandi norska tónleikanavnið í 2014.
Eisini í Týsklandi hevur Sea Change vakt ans. Hon spælir improviseraðan tónleik og synthpop. Á konsertum hevur hon tveir tónleikarar við sær, Hilmar B. Larsen og Jakob Jones.
Ellen hevur tikið navnið “Sea Change” frá útgávuni hjá Beck við sama navnið, og tað er kanska ikki heilt burturvið, tí eins og Beck dámar henni væl at eksperimentera eisini við ymiskum ljóðførum og ljóðmyndum.
Yvirlit yvir konsertferðina
23/1: Værløse, Galaksen
24/1: Ishøj, Ishøj Kultur Café
25/1: Ballerup, Baltoppen
29/1: Odense, Posten
30/1: Frederiksværk, Gjethuset
31/1: Næstved, Grønnegade Kasernes, Kulturcenter
1/2: Rødovre, Viften
6/2: Birkerød, Mantzius
7/2: Slagelse, Musikhuset
8/2: Helsingør, Toldkammeret
15/2: Torshavn, Norðurlandahúsið í Føroyum (FO)
17/2: Reykjavik, Kex Hostel (IS)
19/2: Akureyri, Græni Hatturinn (IS)
20/2: Reykjavik, Harlem Bar (IS)