Sea Shepherd broytir taktikk ímóti Føroyum

Stríðið ímóti grindadrápi skal gerast heimsumfatandi og tað skal raka bæði føroyingar og danir

Illa umstríddi umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, fer nú at broyta taktikk í stríðnum ímóti grindadrápi.

 

Tey hava boðað frá, at tey koma ikki til Føroya í summar, og tey siga, at nú fara tey at leggja á annan bógv.

 

Tey siga, at tey hava altíð vitað, at herferðin ímóti grindadrápi fór at taka langa tíð, og fór at krevja tolni og áhaldni.

 

Herferðin ímóti gridadrápið hevur varað í yvir 30 ár, og hon heldur fram, til føroyingar eru givnir at drepa grind, leggur felagskapurin dent á.

 

Men skal tað eydnast, má takikkurin endurskoðast og lagast til, og nú skal stríðið ímóti grimdadrápið gerast til eitt heimsumfatandi stríð.

 

Og tey staðfesta, at hesa ferðirnar, tey hava verið í Føroyum, hava tey tikið fleiri hundrað tímar av filmi, upp og nú fara tey at gera ein film um grindadráp.

 

Samstundis fara tey at seta tiltøk íverk ímóti ferðavinnuni í Føroyum – og í Danmark, sum tey siga, hevur ábyrgdina av tí, sum fer fram í Føroyum.

 

- Vit vita, at føroyingar og danir stúra fyri, hvørja ávirkan grindadráp kann fáa á ferðavinnuna og ferðamannaskip hava slept ætlanini um at koma til Føroya, leggja tey afturat.

 

Harafturat fara tey at stevna føroyskum, og donskum myndugleikum um fyri evropiskan og altjóða dómstól.

 

Hinvegin leggja tey afturat, at tað kann ikki útihýsas, at tey fara at koma aftur til Føroya einaferð í framtíðini.