Sea Shepherd fólk hava nú sæð lunda

– Tað var ein ótrúlig kensla, sum eitt barn á jólum, vøkur djór. Eg var so glaður fyri at síggja teir í náttúruni. Hetta verður ein dagur, eg ongantíð fari at gloyma.

– Tað var ein ótrúlig kensla, sum eitt barn á jólum, vøkur djór. Eg var so glaður fyri at síggja teir í náttúruni. Hetta verður ein dagur, eg ongantíð fari at gloyma.

 

Soleiðis skrivar Sea Shepherdmaðurin, Nils úr Team Klaksvík-deildini hjá Sea Shepherd í Føroyum.

 

Umframt at verja grindahvalin, so siga Sea Shepherd-fólkini seg eisini vera komin til Føroya at verja lundan.

 

– Á varðhaldi yvir eini dreparastrond »from a rocky outlook«, skrivar hesin Nils, sum saman við øðrum í Operation GrindStop onshore team er fegin um at síggja lunda.

 

– Sum vit nærkaðust berginum, sá eg teir. Ein ótrúlig kensla, sigar hann.