Sea Shepherd fólkini eru stak friðarlig

Tey spæla við opnum kortum, sigur løgreglan

Tað hevur verið stak friðarligt.

Tað sigur Løgreglan.

Sea Shepherd hevur verið í Føroyum í nakrar dagar, men tað hevur løgreglan ikki merkt nógv til.

- Vit hava ikki merkt nakað sum helst til teir, sigur løgreglan.

 

Løgreglan sigur, at Sea Shepherd spælir við opnum kortum og hava tey nøkur tiltøk, er uppleggi, at tey skulu boða løgregluni frá.

Løgreglan heldur, at tað kanska eru føroyingar, sum hava óneyðuga stóran ampa av at Sea Shepherd eru her.

 

Les eisini: Býráðslimur í Havn leigar Sea Shepherd hús

 

Vit hava fingið onkra fráboðan um, at tað er lagt upp til trupulleikar, tí Sea Shepherd fólk eru á ávísum støðum og tosa við føroyingar.

 

Les eisini: Vit skulu vera góð við fólkini frá Sea Shepherd

 

- Vit hava verið á staðnum, men tað hevur ongantíð verið nakað sum helst á vási. Sea Shepherd fólk og føroyingar hava staði í vinarligum prátið, men lagið hevur verið gott á báðum pørtum, sigur løgreglan.

Sum tað sæst á info, byrjar mótmælið ímóti grind av álvara mikudagin, 18. juni.

 

Les eisini: Sea Shepherd útsetir átakið