– Hvønn dag koma mótmælisfólk at luttaka í Operation GrindStop, sum Sea Shepherd skipar fyri í hesum døgum, skrivar felagsskapurin á facebookprofilinum.
– Í dag lærdi ein nýggjur av manningini í GrindStop OnShore, hvussu hann skal flúgva við dronuni, sum tekur myndir úr luftini. Kykmyndini sæst VIÐ AT TRÝSTA HER
Sambært Sea Shepherd, so hava tey gott vaktarhald í Føroyum. Tey hava fólk á vakt á hvalvágum, bæði á landi og á sjógvi, sambært upplýsingunum á Facebook profilinum hjá felagsskapinum.
– Og vit eru klár at leggja uppí, um grindadráp verður, nær tað skal vera, siga tey.
Og viðmerkingarnar hjá viðhaldsfólki teirra eru bæði undirhaldandi og ikki sørt ræðandi. Ein amerikonsk kvinna skrivar soleiðis:
»Gott at tað er Obama, sum er forseti, og ikki eg – tí var eg forseti, so hevði eg sent US herskip í føroyskan sjógv. Og tann fyrsta bygdin, sum sendi bátar á sjógv at drepa grind ella springarar, hevði verið bumbað í sor og allir bátarnir søktir – og um Danmark kom við sínum leikutoysherskipum, so høvdu tey eisini verið søkt og tey, sum royndu at koma í bjargingarbátarnar høvdu verið skotin við maskinbyrsum. Og um so næsta bygd royndi, so hevði Tórshavn verið bumbað í sor...«
So vit kunnu bara siga, at tað er gott at Obama er forseti heldur enn hendan kvinnan – sum kemur úr einum landi, sum bæði drepur djór og menniskju...