Sea Shepherd kann ikki steðgast við lóg

Dómur skal til, og hartil er próvførslan sera tung at lyfta, metir Jens Vedsted-Hansen, professari við Århus Universitet og limur í PET-kommissiónini

Dómur skal til, og hartil er próvførslan sera tung at lyfta, metir Jens Vedsted-Hansen, professari við Århus Universitet og limur í PET-kommissiónini.

 

Spurningurin er aktuellur, nú Tjóðveldi leggur uppskot fyri løgtingið um við lóg at fyribyrgja ólógligum virksemi hjá felagsskapum sum Sea Shepherd í Føroyum.

 

Weekendavisen viðger føroyska grindadrápið í grein í dag, eitt nú um tilber at banna felagsskapinum við lóg. Blaðið vísir á fordømi í Danmark, har politikarar hava havt sera trupult við at steðga felagsskapum. Tað veri seg islamiski felagsskapurin Hizb-ut Tahrir og víðgongdir rokkarafelagsskapir av ymsum slag.

 

Men hvørjaferð hevur ríkisadvokaturin mett politiska ynskið at vera í stríð við grundlógina, hóast grein-78 stk.2 sigur at ”foreninger, der virker ved eller søger at nå deres mål ved vold, anstiftelse af vold eller lignende strafbar påvirkning af anderledes tænkende, bliver at opløse ved dom”.

 

Greinin í grundlógini er ikki brúkt síðani 1941, tá Kommunistaflokkurin varð upploystur.

 

Og greinin er sera trupul at brúka, sigur danski serfrøðingurin á økinum, Jens Vedsted-Hansen, professari við Århus Universitet og limur í PET-kommissiónini.

 

– Tað skal sera nógv til, áðrenn ákæruvaldið kann prógva, at ein felagsskapur og ikki bara einkultpersónar brúka harðskap í sínum virksemi. Um slík prógv finnast, so skulu tey leggjast fyri dómstólarnar at viðgera og meta um tey, og í sofall verða tað dómstólarnir, ið taka felagsskapin av, sigur Jens Vedsted-Hansen við Weekendavisen.

 

Tjóðveldi hevur orðað uppskot til samtyktar um tilbúgving, átøk og lóggávu at fyribyrgja fráboðaðum ólógligum virksemi í Føroyum. Í viðmerkingunum sigur Tjóðveldi millum annað soleiðis:

 

”Boðskapurin hevur higartil verið, at fólk hava rætt at mótmæla og at løgreglan skal taka sær av støðuni, tá álvari verður gjørdur av ólógliga virkseminum. Hetta vekir alstóra undran millum manna í almenna orðaskiftinum. Og rættarkenslan hjá fólki kring landið verður bjóðað av. Tí neyvan er nakar ósamdur í, at fólk hava rætt at mótmæla og eisini at koma til landið at mótmæla. Men her er talan um fjøld av fólki og mongd av útgerð og venjingum, ið bert hava eittans fráboðað endamál: At brúka ólógliga framferð og tilvitað elva til vandastøður, ið skulu forða lógliga virkseminum og rættindunum hjá øllum borgarum í landinum.”

 

Talan er um uppskot til samtyktar, har flokkurin vil hava løgtingið at heita á landsstýrið um at fremja neyðugu lógarbroytingarnar. Uppskotið er lagt fyri løgtingið í dag.