Sea Shepherd góðtekur ikki, at tveir av limunum í felagsskapinum, vórðu handtiknir í Kalsoyarfirði í gjár.
Tað vórðu rópt grindaboð í Kalsoyarfirði, men grindin slapp. Tó vórðu tveir limir í Sea Shepherd handtiknir, og tey bæði, ein kvinna og ein maður, eru nú skuldsett fyri at hava brotið grindalógina við tað, at tey ikki aktaðu boðini um at halda seg burtur.
Men seinnapartin í gjár var eitt umboð fyri Sea Shepherd á politistøðini í Havn og mótmælti handtøkuni og skuldsetingini.
Tey føra fram, at handtøkan var ólóglig, tí grindin varð ikki fráboðað eftir reglunum. Tì nokta tey seg sekan í skuldsetungunum.
- Grindin varð ikki fráboðað, og sostatt var talan ikki um grindarakstur í lógarinnar týdningi, hevur Sea Shepherd ført fram.
Tey vísa á, at tey hava ikki fingið fráboðan um nakra grind og tí eru tey handtikin av órøttum.
Tey hava eisini ført fram, at talan var um stórhval, og at stórhvalur er ikki umfataður av grindalógini.
Tí vilja tey sleppa at føra síni sjónarmið fram í rættinum. Og tað er alt, sum bendir á, at hetta ynski fáa tey uppfylt, tí tey eru skuldsett fyri at hava brotið grindalógina, og eftir ætlan verður rættarfundur hósdagin.
Sea Shepherd hevur eisini skotið avgerðina um at leggja hald á bát og ymsa útgerð, fyri landsrættin.