Segði nakar valflesk?

Bergtóra Høgnadóttir Joensen

 

Tað er bert at fegnast um, at flestu flokkar gera sítt allarbesta til tess at bøta um støðuna hjá støku uppihaldarunum....... í hesum døgum. Ljóðar væl bæði við uppskotinum frá Tjóðveldi og frá landsstýrismanninum í almanna –og heilsumálum.

Men mín sann-mín sann, nú vil Jørgen Niclasen hava, at allar lágløntu familjurnar fáa betri umstøður og ikki bert tey støku. Støku uppihaldarirnir kunnu jú hava eina góða inntøku og harvið ongan serligan tørv, meinar Jørgen. Rætt er tað, men um vit tosa um eina familju við tveimum uppihaldarum fáa tey botnfrádrátt x 2, meðan staki uppihaldarin bert fær botnfrádrátt x 1. So har ein stórur munur. Frádrátturin er jú 26.000 kr um árið.

Og so eitt afturat. Tað er jú verandi samgonga, sum trumfaði verandi skattastiga ígjøgnum – hóast millum annað fleiri yrkisfeløg talaðu at og royndu at gera samgonguna varuga við mismunin, sum tey lágløntu vóru fyri. Veit ikki, um eg haldi tað vera rørandi, stoytandi ella pínligt, at tú nú vilt bøta um korini hjá teim lágløntu.

Sjálv haldi eg, at tað væl kann vera, at tað er rætt at gera nakað við støðuna hjá teim lágløntu, men blanda ikki alt saman í ein ellubita. Annað nýtist undir ongum umstøðum at útiloka hitt, og eingin ivi er um, at staki uppihaldarin hevur verið við sviðusoð alt ov leingi.