Seinasta freist at skifta felag er klokkan 16 í dag

Hetta galdandi fyri øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2026

Mynd: FSF

FSF skrivar: 

 

- Freistin, at skifta felag, er týsdagin 14. juli klokkan 16:00, og er hetta galdandi fyri øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2026

 

——————

 

Eftir at hava verið opið í skjótt ein mánað, letur flytingarvindeygað hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur týsdagin 14. juli klokkan 16:00.

 

Tað merkir, at øll, kvinnur og menn, gentur og dreingir, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2026, og sum ætla at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur.

 

Til fyri fýra árum síðani var flytingarvindeygað annars bara galdandi fyri spælarar, ið vóru sáttmálabundnir. Men soleiðis er ikki longur. Í 2022 broyttust hesar reglur, og tað merkir, at flytingarvindeygað nú umfatar øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum.

 

Seinasta freist at flyta millum feløg í hesum umfarinum er tískil týsdagin 14. juli 2026 klokkan 16:00, og er hetta galdandi fyri allar fótbóltsspælarar, ið fyltu 15 ár áðrenn 1. januar í ár. Skrivar FSF. 

 

Mynd: FSF