Í morgun frættist, at eitt tangaskip var rakt av rakettum nærindis Oman.
Seinni í morgun er komið fram, at talan er um kemikaliuskipið Stolt Magnesium, sum norðmenn eiga.
Skipið varð álopið tíðliga í morgun nærindis Oman.
Felagið, sum eigur skipið, Stolt-Nielsen, váttar yvirfyri Finansavisen, sum var fyrst við tíðindunum, at hetta er eitt skip hjá teimum.
Eldur kom í maskinrúmið á skipinum undir álopinum.
- Tíbetur er øll manningin í tryggleika, sigur norska felagið, sum eigur kemikaliuskipið, Stolt Magnesium.











