Komandi vikuskiftið verður triðja og seinasta gongulagskappingin hjá Føroyskum Íslandsrossafelag í ár. Kappingin verður á vøllinum hjá felagnum við Kráarheyg í Havnardali.
Í hesi seinastu og avgerandi kappingini í ár verða føroyameistararnir funnir í teimum ymsu kappingargreinunum. Føroyameistararnir fáa ferðasteyp í varðveitslu til næsta kappingarár, o gnummar eitt, tvey og trý í hvørjari kappingargrein fáa steyp til ognar.
Ríðarin við flest stigum samanlagt í øllum kappingum felagsins í ár fær eisini ferðasteyp í varðveistlu.
Innleiðandi umførini verða leygardain 18. juni kl. 14.00 og finalurnar sunnudagin 19. juni kl. 15.00.
Kappast verður í fjórgongd fyri ung, og vaksin kappast í fjórgongd, fimmgongd og tølt.
Seinasta freist at tekna seg til kappingina er hósdagin á tlf. 319706 ella 216896 ella hjá einum av nevndarlimunum.
Hetta er 10. árið á rað, at skipað verður fyri gongulagskapping í Føroyum.