Í vikuskiftinum verður endi gjørdur á grundspælinum í hondbóltskappingini í 1. deild hjá monnum og kvinnum.
Tá verður fyrra hálva av kappingini liðug, og so er klárt at fara undir nógv meiri spennandi seinnu hálvu av kappingini, tá avgerandir dystirnir fram móti FM-gullinum skulu spælast.
Eftir dystirar í dag og í morgin verða stigini hjá øllum liðunum hálverað, og so verður spælt víðari tvær ferðir móti hvørjum øðrum.
Bæði hjá monnum og hjá kvinnum er fult umfar hetta vikuskiftið, tað vil siga samanlagt seks 1. deildardystir.
Mest spennandi dystirnir eru ivaleyst í Havn, har bæði menninir og kvinnurnar hjá Kyndil og StÍF fara at spæla týðandi dystir.
Hjá monnum snýr dysturin seg um at halda fram í hølunum á VÍF, sum er oddalið, og tykist hava yvirkomiligan dyst hetta vikuskiftið.
StÍF og Kyndil eru saman við H71 nærmastu kappingarneytar hjá VÍF, men tað tykist verða greitt, at skal nakar spenningur koma í oddin, so má eitt av teimum trimum liðunum, og ikki framhaldandi øll, fylgja eftir VÍF.
Hjá kvinnunum er kappingin meiri spennandi enn hon hevur verið í fleiri ár, og trý javnt góð lið kappast um fremstu plássini. Í løtuni hevur StÍF munin, og oddastøðan skal verjast í dystinum móti Kyndli sunnudagin.
Klárar StÍF at vinna hava tær munin á Kyndli og Neistanum, men vinnur Kyndil stendur væntandi púra á jøvnum millum øtt trý liðini. Hjá Kyndli verður Lotte Sørensen viðaftur, meðan Beinta Sørensen er skadd í hondini, og nevyan spælir aftur í ár.
Hinir báðir dystirnir hjá kvinnunum eru millum Neistan og Stjørnuna og botnliðini VB og GÍ. Hjá monnum spæla Neistin og VÍF og KÍF og H71.