Tíðindaskriv:
Einmansleikur hjá kvinnum
Tær fýra føroysku kvinnurnar skuldu í morgun royna seg í einmansleiki. 144 leikarar vóru við í einmansleiki og lutakastið sá einki serligt út á pappírinum, tí flestu føroysku leikararnir skuldu møta leikarum í stórum dart-tjóðum.
Annika Joensen var tann fyrsta at royna seg. Hon spældi móti Taylor-Marsh Kahaki úr Ný Sælandi. Tað var bara í tí eina settinum, at Annika veruliga var við, og Kahaki vann greitt 4-0.
Kristbjørg V. Reinert møtti Leanne Topper úr Wales í fyrsta dystinum. Topper skoraði nógv betur enn Kristbjørg og lukkaði eisini væl, so Kristbjørg var snøgt sagt spæld út av bananum.
Hjá Jónu Miðalberg var støðan júst tann sama sum hjá Kristbjørg. Hollendska mótstøðukvinnan hjá Jónu vann sannførandi 4-0.
Beinta Joensen hevði á pappírinum tað frægasta lutakastið. Hon møtti Tsolmon Amraa úr Mongolia. Tær báðar fylgdust í fyrsta setti og Beinta hevði møguleika at lukka, men tók ikki av. Tær fylgdust eisini í øðrum setti, men aftur tá lukkaði Amraa 86 beint fyri nøsini á Beintu. Í triðja og fjórða setti hevði Amraa eitt eyka gear, skoraði tríggjar ferðir 100 í hvørjum setti og tá kláraði Beinta ikki at fylgja við og tapti dystin 4-0. Beinta var tó ikki heilt ónøgd, tí hon spældi við besta miðaltalinum, sum hon hevur klára í langa tíð, hin var bara uppaftur betri.
Av tí at eingin av føroysku kvinnunum kom víðari, endaðu kvinnurnar samanlagt aftast saman við India og Turks & Caicos Islands.
##med2##
Tvímansleikur hjá monnum
Tvímansleikur var á skránni hjá monnunum í dag. 92 pør vóru við, og talan var um cup-kapping, so pørini vórðu útsligin, so hvørt tey taptu. Føroyar høvdu tvey pør við.
Petur Thomsen og Allan við Rætt høvdu fingið eitt trupult lutakast og møttu í fyrsta umfari Scott Mitchell og Sean Holley úr Onglandi. Serliga Scott Mitchell er ein royndur leikari og hevur verið liðskipari á enska landsliðnum í nógv ár. Men Petur og Allan fóru heilhjartaðir í gongd við dystum og førdu greitt í fyrsti setti. Men 5 kiksaðir sett-pílar kostaðu dýrt og tí fór Ongland avstað við settinum. Nú vaknaðu Mitchell og Holley ordiliga og í øðrum og triðja setti var klassamunur. Í fjórða setti var aftur meira javnt, men eisini tí settinum fóru onglendingar avstað við og vunnu dystin 4-0.
Hitt føroyska parið, Jan MacIntosh og Jan Erik Fjallstein, hevði fingið eitt betri lutakast og skuldu í fyrsta umfari møta einum pari úr Bahrain. Jan og Jan Erik byrjaðu dystin ómetaliga væl og løgdu seg greitt á odda 3-0. Serliga Jan skoraði nógv og Jan Erik hevði góðar lukkingar uppá 88 og 119. Síðan kom stígur í, tá Jan hugdi skeivt eftir skoringstalvuni og hinir ”stjólu” fjórða sett. Men í fimta setti var eingin ivi aftur og Jan og Jan Erik vunnu 4-1.
Vónir vóru eisini um at koma eitt umfar longri, tí næstu mótstøðumenninir av Kypros burdu verðið ein yvirkomulig uppgáva. Og føroyska parið kom eisini væl frá byrjan og legði seg trygt á odda 3-1. Jan Erik fekk eisini møguleikan at lukka til 4-1, men niðurspælið kiksaði totalt og í staðin minkaðu kypriotar til 3-2. Í sætta setti høvdu føroyingarnir 3 dystar-pílar men misnýttu og so var 3-3. Nú stóð á gomlum nøglum. Kypriotar áttu at byrja settið og tað vóru eisini teir sum fingu fyrsta møguleikan at avgera dystin og tað gjørdu teir beinanvegin. 4-3 til kypriotiska parið og so vóru eisini Jan og Jan Erik útslignir.
Í føroyska hópinum iðraðu menn seg aftaná hendan dystin, tí ein sigur hevði skaffað Føroyum stig til samlaðu stigatalvuna og Føroyar høvdu kunna klatrað nøkur pláss eftir listanum. Føroysku menninir endaðu samanlagt á 31. plássi av teimum 46 londunum í kappingini, ájavnt við Norra og frammanfyri Ísland, men eisini frammanfyri stór lond sum Sveis, Týskland og Rumenia.
Allir føroyingarnir eru nú lidnir at spæla í HM. Í morgin heldur kappingin annars fram við cup-dystum í liðkappingunum og finalum hjá unglingum. Leygardagin eru finalur hjá teimum vaksnu og endahátið.
Sunnudagin verður stóra einstaklinga-kappingin Korea Open, har flestu føroyingarnir eisini hava meldað til. Føroyska ferðalagið fer úr Suðurkorea mánadagin og lendir eftir drúgva heimferð í Føroyum týskvøldið.
Næsta stóra kappingin hjá World Darts Federation fyri landslið verður EM í Føroyum í september 2026.