Seinasti dysturin hjá Laudrup

Brian Laudrup verður fyri seinastu ferð viðmerkjari hjá TV3 Sport í kvøld

Viasat hevur boðað frá, at Champions League finalan verður seinasti dystruin hjá Brian Laudrup, sum viðmerkjara á Viasta rásini TV3. Tað er serliga TV3+, sum hevur víst Champions League fótbólt seinnu árini.

 

Les eisini: Real Madrid: Ronaldo verður klárur

 

Brian Laudrup skal í framtíðini verða frotmaður fyri eina veddingarfyritøku. Teir meta, at talan er um Unibet, sum hevur gjørt nógvur burtur úr í Danmark, skrivar Ekstra Blaðið.

 

 

Les eisini: Bale og Ronaldo klárir til finaluna

 

Brian Laudrup hevur verið viðmerkjari  hjá TV3 Sport í 14 ár og partarnir skiljast í sátt og semju.

 

Les eisini: Fótbóltspanelið tippar Champions League finaluna

 

Champions League finalan verður í kvøld klokkan 19.45 millum Atletico Madrid og Real Madrid.