Seinasti fólkapensjónistur varð valdur á Fólkting í 1960

Tá nýggja Fólkatingið verð­ur sett fyrstu ferð fyrsta týs­dag­in í oktober, verður tað fyrstu ferð í 51 ár, at Føroyar senda ein fólkapensjónist á Fólk­a­ting.

Edmund Joensen, sum fylti 67 mán­a­dagi­­n, er tann fyrsti føroyski fólk­a­pen­sjón­ist­u­r­in á Fólka­tingi, síð­ani Jo­­han Poul­sen varð vald­ur í 1960. Hann var tá 70 ára gam­al.
Petur Mohr Dam varð vald­ur í 1964 og sat til hann gjørd­ist løg­mað­ur. Hann var 66 ára gam­al, men hevði fylt 68, tá hann gjørd­ist løg­mað­ur eftir løgtingsvalið í 1968 og legði fólka­tings­starv­ið frá sær.