Seinasti Samuelsen farin av Dimmu

Fyri fyrstu ferð síðani 1936 verður eingin eftirkomari hjá Andras Samuelsen í leiðsluni á Dimmalætting. Hjalgrim Samuelsen, sum hevur verið stjóri í meira enn átta ár, hevur sagt seg úr starvi

1. juni leggur Hjalgrim Samuelsen frá sær sum fyritaksstjóri á Dimmalætting. Tað var 1. apríl í fjør, at Árni Gregersen tók við sum ábyrgdarblaðstjóri og fyritaksstjóri á Dimmalætting. Síðani hava teir báðir verið fyritaksstjórar.

Dimmalætting er ein familjufyritøka, sum abbabørn hjá Andras Samuelsen, fyrrverandi løgmanni og formanni Sambandsfloksins, eiga nógv tann størsta partan í. Listbeth L. Petersen og Beate L. Samuelsen eiga meirilutan.

Tað var Georg L. Samuelsen, sum var so nógv drúgvastur í blaðstjórastarvinum. Síðani hava aðrir eftirkomarar verið ábrygdarstjórar, seinastur var Ingi Samuelsen.

Hjalgrim Samuelsen tók við sum fyritaksstjóri, tá Petur F. Christiansen legði frá sær fyri góðum átta árum síðani.

Hóast onkrir aðrir eftirkomarar hjá Andars Samuelsen framvegis starvast á Dimmalætting, so er tað fyrstu ferð í 72 ár, at eingin teirra er í leiðsluni á Dimmalætting.

Nevndarformaður í Dimmalætting er Benny Samuelsen, fyrrverandi blaðstjóri. Hinir nevndarlimirnir eru Lisbeth L. Petersen, Beate L. Samuelsen og Alfred Petersen.