Løgreglan hevur fyri løtu síðani sent út fylgjandi tíðindaskriv:
Síðani hóskvøldið hevur politiið leitað eftir tí 5. Sea Shepherd liminum, sum skuldi útvísast av landinum.
Viðkomandi møtti sjálvur upp á politistøðini í Havn í dag, har hann kl. 12:02 bleiv handtikin.
Hann verður seinnapartin í dag sendur av landinum við flogfari til Danmarkar.
Hini 4, ið blivu útvíst, fóru av landinum fríggjamorgunin tann 14. august kl. 04:00 við Norrønu.