Kjeld er 65 ára gamal og havnarmaður, sonur, Elisabeth, f. Joensen, úr Havn, og Edvin Thomsen, úr Nólsoy.
Hann er føddur á Amager 22. november 1938. Foreldrini búðu í Danmark tá. Pápin sigldi við donskum skipi.
Í apríl 1939 fluttu tey til Føroya. Familjan búði í Steinagøtu, har sum Føroya Banki er í dag, og í 1946 fluttu tey í nýggj hús í Hornabø.
Eftir at hava gingið í barnaskúla og realskúla fór Kjeld í læru í Sjóvinnubankanum í 1955, og í 1958 fór hann til Danmarkar, har hann tók telegrafistprógv í 1959.
Eftir tað sigldi hann sum telegrafistur við donskum farmaskipum í umleið tvey ár, har vitjaði hann í nógvum ymiskum londum um stóran part av heiminum. Einaferð teir lógu í Havn í Dominikanska Lýðveldinum, fór reiðarin á skipinum, Erik Winther, ein túr í býin. Hann kom fram við borgini hjá einaræðisharranum í landinum, Trujillo, har strangt trygdareftirlit var. Stutt eftir frættu teir, at Trujillo var skotin.
Í 1961 kom hann heim aftur og fór sum telegrafistur við trolaranum Kallsevni ein ísfiskatúr undir Íslandi.
Í 1962 fór Kjeld til Grønlands, hann fekk starv á Prins Christian Sund veður- og radiostøðini. Hann var t.d. á vakt, tá Blikur rendi á ein ísflaka og sakk tann 27. juli í 1963. Har arbeiddi hann so til 1965, tá hann fekk starv á telestøðini Godthåb Radio í Nuuk. Hann var við til at stovna føroyingafelagið í Nuuk og sat í nevndini har í nógv ár.
Hann giftist í Grønlandi í 1965 við Poulu, f. Højgaard, av Toftum, tey eiga børnini Bjarka og Maluna.
Í 1974 flutti familjan heim aftur til Føroya at búgva, og fyrstu tíðina arbeiddi Kjeld sum fotosetari á prentsmiðjuni hjá Sosialinum í Sjúrðargøtu.
1. februar 1976 varð Kjeld settur í starv sum telegrafistur á Telegrafstøðini hjá "Det Store Nordiske Telegrafselskab" við Tinghúsvegin í Havn. Seinni yvirtók Telefonverkið støðina, sum nú hoyrir undir Føroya Tele. Uppgávurnar hjá fjarritarunum á støðini eru fyrst og fremst at hava radiovakt á Tórshavn Radio. Umframt vanligar samrøður, hava teir ábyrgdina av lurtivaktunum á neyðbylgjunum og radiosamskiftinum, ið hevur við neyð- il og trygd á sjónum at gera. Í dag eitur støðin Tænastumiðstøðin.
Kjeld hevur eisini verið virkin í tónleikalívinum í Havnini, har hann hevur spælt trompet og kornet. Hann var við í einum orkestri saman við Simma, Birna Dam og øðrum miðskeiðis í 50-unum, teir plagdu at spæla til dans í Tórshøll í Niels Finsensgøtu. Í 50-unum spældi hann í Havnar Hornorkestri. Onkuntíð hevur hann spælt í orkestrinum Gogguni og í Big Band saman við Brandi Øssurssyni og øðrum. Eisini hevur hann telvað nógv og er framvegis limur í Havnar Telvingarfelag.