Í minsta lagi seks fólk eru dripin í russiskum álopum á Ukraina í nátt, harav tvey børn.
Hetta upplýsir ukrainska bjargingartænastan í einari dagføring í morgun.
Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur, at eitt stórt russiskt dronuálop tíðliga í morgun elvdi til skaðar á hús, og her vórðu fleiri fólk særd.
Hann leggur aftrat, at av teimum seks, sum hava latið lív í regiónunum kring høvuðsstaðin Kyiv, eru tvey børn.
Tíggju fólk eru bjargað út úr einum brennandi íbúðarbygningi í Dniprovskyj-økinum í Kyiv.
- Fimm fólk, sum búðu her, vórðu send á sjúkrahús og harímillum eitt barn, leggur borgarstjórin aftrat.
Í minsta lagi trimum øðrum ukrainskum regiónum verður sagt frá russiskum dronuálopum í nátt, og eitt nú í Zaporizjzja mistu íbúgvar í túsundatali streymin.