Føroyar fara hesaferð at halda fólkatingsval ein annan dag, enn tey gera í restini av ríkinum. Tað gjørdist greitt í gjár, eftir at Fólkatingið í gjár játtaði eini áheitan frá Bárði Nielsen, løgmanni.
Fólkatingsvalið er annars skrivað út at vera 1. november í øllum ríkisfelagsskapinum. Men av tí at 1. november er minningardagur teirra sjólætnu, er gjørt av at flyta valdagin í Føroyum.
Tað eru 45 ár síðani, at føroyingar ikki atkvøddu sama dag sum danir til eitt fólkatingsval. Men tað er tó sjeynda ferðin síðani grundlógarbroytingina í 1953.
Her er eitt yvirlit yvir, nær valini ikki hava verið sama dag í Føroyum og í Danmark. Yvirlitið er frá 1953 til 2022:
* 2022: Fólkatingsvalið í Føroyum verður 31. oktober, meðan tað í Danmark verður 1. november.
* 1977: Føroyingar valdu 1. mars. Danir valdu 15. februar.
* 1973: Føroyingar valdu 13. desember. Danir valdur 4. desember.
* 1971: Føroyingar valdu 5. oktober. Danir valdu 21. september.
* 1966: Føroyingar valdu 13. desember. Danir valdu 22. november.
* 1957: Føroyingar valdu 21. mai. Danir valdu 14. mai.
* 1953: Føroyingar valdu 7. mai. Danir valdu 22. september.
Kelda: Heimasíða Fólkatingsins.
/ritzau/