Seks palestinar dripnir á Vestara áarbakka í nátt

Heilsumyndugleikarnir undir Palestinska Sjálvstýrinum hava hækkað talið til seks dripnar palestinar á Vestara áarbakka í nátt, upplýsir Reuters.

 

Foto: Ammar Awad/Reuters/Ritzau Scanpix

Sambært teimum hava ísraelskar deildir dripið teir seks – ein teirra var eitt barn. Harumframt eru seks palestinar særdir.

Sambært tíðindastovuni Wafa, sum virkar sum málgagn hjá palestinska sjálvstýrinum, lupu ísraelskar deildir á Jenin »úr fleiri ættum, lótu skot av og kringsettu sjúkrahúsið og høvuðsstøðina hjá Reyða Hálvmána.«

Ísraelskar verjan, sum annars plagar at siga frá nógvum av sínum átøkum á sosiala miðlinum X, hevur hvørki váttað ella avsannað, at tey skulu hava dripið seks palestinar á Vestara áarbakka.

Frá verjuni verður tó sagt sambært Reuters, at tey eru við at kanna frásagnirnar.

 

 

 

Foto: Ammar Awad/Reuters/Ritzau Scanpix