Í svari upp á munniligan fyrispurning í Løgtinginum í gjár frá Torbjørn Jacobsen um stjórasetan á Havstovuni, kundi Jacob Vestergaard upplýsa, at tað verður ein setanarnevnd, sum fer at innstilla nýggja stjóran.
- Tað eru komnar seks umsóknir um at gerast stjóri á Havstovuni, nú umsóknarfreistin er úti, og nú er tað upp til setanarbólkin at innstilla best sikkaða umsøkjaran til starvið, sigur Jacob Vestergaard.
Almenni setanarpolitikkurin sigur, at tað er ein setanarnevnd, sum skal føra setanarsamrøður os síðani innstilla til landsstýrisfólkið, hvør ið setast skal í starv.
Í setanarbólkinum er aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert, Heri Joensen og Jákup Mørkøre frá Fiskimálaráðnum og Bogi Hansen og Dagunn H. J. Clementsen frá Havstovuni.
Torbjørn Jacobsen gav fiskimálaráðharranum tey góðu ráð við á vegnum, ikki at brúka gamla setanarpolitikkin, har politiski liturin var týdningarmesta kvalifikationin, men har kundi Jacob Vestergaard sissa spyrjaran.
- Eg havi verið vð til at sett fleiri fólk í starv í mínum politiska lívi, og tað hava altíð verið fakligar kvalifikatiónir, ið hugt hevur verið eftir, og tað verður tað eisini hesaferð, sigur Jacob Vestergaard.
Umsóknarfreistin er sum nevnt farin, so tað verða hesar seks umsóknirnar, ið setanarnevndin skal gera eina innstilling útfrá. Men tað er einki dato sett á, nær ein nýggjur stjóri skal sita í stjórasessinum á Havstovuni.
- Nei, nú bíði eg inntil setanarnevndin hevur gjørt sítt arbeiði, og skal so meta um førleikar hjá umsøkjarunum og tá nevndin er liðug við sítt arbeiði taka vit tað harfrá, sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri.