Nú veiðan eftir toski sær út til at batna, er spell, at ikki meiri fæst fyri fiskin. Hýsuprísurin er framvegis lágur, góðar 8 krónur fyri kilo fyri næst bestu hýsustøddina. Hósdagin seldi Fiskamarknaður Føroya 115,5 tons á uppboðssølu fyri eina góða miljón krónur.
Sløk 26 tons vóru av toski, og størstar vóru nøgdirnar av toski 3, sum fór fyri miðalprísin 12,95 krónur fyri kilo.
Tilsamans 35 tons vóru av hýsu, og her vóru nógv tær størstu nøgdirnar hýsa 2, sum fekk miðalprísin 8,04 krónur fyri kilo.
Hetta er framvegis sera lágur hýsuprísur fyri næst bestu hýsustøddina.
25 tons vórðu seld av upsa, og flestu upsastøddirnar fóru fyri góðar 6 krónur fyri kilo.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini á Fiskamarknaði Føroya í hósdagin var lágur ? bert góðar 9 krónur fyri kilo.