Eitt heilt óvanligt savn av bilum – sum upprunaliga eru fluttir úr California til Danmarkar – var í dag selt á uppboðssølu í Kolding í Danmark.
Her var sambært Jydske Vestkysten »svart av fólki«, tá 41 serbilar skuldi slejast á eini uppghoðssølu hjá bilasøluni Falke Biler.
##med2##
Ein av teimum mest áhugaverdu var ein sjáldsamaur Porsche 911 Gemballa GTR 750 frá 2003.
Tann silvurlitti sportsbilurin var bara ein av tveimum bilum, sum eru eftir í verðini. Hann varð seldur fyri 1,5 milliónir krónur á uppboðssøluni, og gjørdist tann dýrasti.
Í hinum endanu var ein BMW 635 CSI frá 1982 seldur fyri bara 32.000 krónur, skrivar JydskeVestkysten.
##med3##
Kenneth Flake Theil, sum eigur Flake Biler, átti sjálvur hesar 41 serbilarnar. Hann fekk fatur á teimu, táhann keypti tað, sum stóð í tveimum maskinhøllum í Suðurjyllandi.
Tað vísti seg, at hallirnar vóru eitt heilt serligt bilasavn.
##med4##
Bilarnir komu til Danmarkar, tá amerikanski handilsmaðurin Carmi Cohen flutti úr California til Danarkar fyri at vera saman við eini danskari kvinnu, hann hevði hitt.
Í tí sambandi tók hana bilasavnið við sær úr USA.
Síðani flutti Carmi Cohen aftur til USA, men læt fleiri bilar standa eftir í høllunum í Suðurjyllandi.
##med5##
– Tað eru bilar við persónligheit og bilar, sum nógv fólk hava lagt nógvar tímar í,s egði Kennth Falke Theil undir uppboðssøluni við Jydske Vestkysten.
Frammanundan uppboðssøluni í dag hevði bilasølumaðurin úr Kolding fingið fleiri áheitanir uttanlands frá áhugaðum keyparum.
##med6##
Ein teirra var úr Miðeystri. Viðkomandi var serliga áhugaður í Porsche bilinum, sum gjørdi dagsins dýrasti.
Um tað var hin áhugaði úr Miðeystri, sum fekk ekslusiva Porsche bilin, meldar søgan einki um.
##med7##
Í úrvalinum vóru fleiri amerikanski klassiskarar frá 1960'uunum og 1970'unum av merkjum sum Cadillac, Chevrolet og Ford.
Her var millum annað ein Cadillac Armbruster Stageway Limousine frá 1986, sum sambært fyens.dk helst hevur hoyrt til Ronald Reagan forseta.
##med8##
Søgan sigur, at Reagan gav privatsjafføri sínum bilin, sum tó seinni seldi hann víðari.
/ritzau/
##med9##
##ms##
##med10##