Selja nú vinnustykki á ovara Hjalla

Tórshavnar kommuna lýsir nú nýggju vinnustykkini til sølu, sum eru gjørd fram við innkomuvegnum oman fyri vinnuøkið á Sandvíkarhjalla

Talan er vinnustykkir, ið liggja í B4 øki í 3. Grundumráði í almennu byggisamtyktini, og eru ætlað til vinnuvirki, verksmiðjur og tílíkt, og til tænastuvirksemi, ið hevur hevur samband við hesi. Ætlaða virksemið skal kunna flokkast í umhvørvisflokki 2 til 4 sambært reglum hjá Tórshavnar kommunu. Støddin á stykkjunum er frá 2.008 til 4.852 fermetrar.

 

Nærri upplýsingar um, hvussu ein kann keypa eitt stykki og hvørjar treytir eru galdandi sæst á heimasíðuni hjá kommununi her:

 

##med2##

 

Søk um vinnustykki