Tað var í fjør heyst, at Gunnar Breckmann saman við øðrum keypti gomlu politistøðina í Havn.
Politiið varð flýggjað á dyr, tí har var ikki verandi fyri blámusoppi, og tá tað varð mett rættiliga dýrt at fara undir umvælingararbeiði, gjørdi ríkispolitiið av at selja bygningin.
Gunnar Breckmann gjørdi av st keypa, og síðani hevur verið arbeitt við at kanna bygningin nærri, eisini við atliti til, hvat hann møguliga kundi nýtast til.
Gunnar Breckmann sigur, at teir hava tikið nakrar veggir niður fyri at kanna nærri, í hvørjum standi bygningurin er í, og í hvussu stóran mun hann er fongdur við blámusopp.
- Tað, sum vit higartil hava kunna staðfest, er, at vit einki duga at síggja til blámusopp. Alt er skróvturt, men vit hava fyri at binda um heilan fingur sett eina ventilasjónsskipan upp, sigur Gunnar Breckmann.
Tað tykist tí ikki, sum blámusoppurin ger um seg í sama mun sum áður.
- Eg skal sjálvandi ikki ganga ímóti tí, sum serfrøðin sigur, men sum sagt, so hava vit ikki merkt nakað til blámusopp í bygninginum.
Tað er eisini orsøkin til, at ætlanin nú er at lata eina deild hjá Eikini upp í gomlu politistøðini.
- Tað er serliga miðhæddin, har politiið hevði skrivstovuhølir, ið vit ætla skal húsa hesi nýggju deildini, sigur Gunnar Breckmann.
Madrassur og seingjaloysnir
Hølini við Sandá, har Eikin heldur til, eru heldur tronglig til alt virksemið hjá handlinum, og tí er tað í fyrstu syftu seingjaloysnirnar, ið verða fluttar í Jónas Broncksgøtu.
- Talan er um barna- og ungdómsmøblar so sum seingjaloysnir og madrassir, so tú kanst siga, at vit fara at selja tremmusengur í arrestini, sigur Gunnar Breckmann.
Hetta er bæði fyri at gera tað rúmsháttari við Sandá, men sjálvandi eisini fyri at gera nyttu av hølunum, ið eru keypt í Jónas Broncksgøtu.
Kjallaran hava vit ikki gjørt so nógv við, og heldur ikki arrestina sjálva. So tað verður í fyrsta umfari miðhæddin í sjálvari politistøðini, ið vit fara at brúka, sigur Gunnar Breckmann.
Tað líðir rættiliga væl at gera hølini klár.
- Eg vænti, at um einar tvær til tríggjar vikur skuldi verið klárt at lati nýggju deildina hjá Eikini í Jónas Broncksgøtu upp, sigur Gunnar Breckmann.