Selmasongs

- ein filmsfløga

Birgir Kruse

»Selma« eitir Björk í filminum »Dancer in the Dark«. Tað er hon, Björk, sum hevur gjørt tónleikin til filmin, hon rópar Selmu-sangir. Síðsta vikuskiftið vann Björk virðisløn sum besti kvinnuligi filmsleikari í Evropa fyri henda leiklut. Eisini leikstjórin, Lars von Trier, varð heiðraður fyri sítt avrik í sama filmi.

Ikki er hon long fløgan, lítið meir enn hálvan tíma. Skeringarnar eru 7 í tali. Lagt verður fyri við eini overturu. Strúkarar leggja støða, hetta er álvarsligt, tungt, lagnutungt. Men eins og í filmum Triers, skal søgan sigast. Náðileyst. Vit verða førd fram á leið og renna okkum í enn eitt lag av tónleiki. Tað elektroniska og samplaða legst afturat strúkarunum. Og nú kenna vit hana aftur. Hetta er ljóðverðin hjá Björk. So sum vit kenna hana frá eitt nú ?Homogenic? í 1997. Men so eru ljóð, maskinur, klikk, brak og knekk. Og øll hesi ljóð verða tvinnað saman, sett í skipan og skorin til undurfullan tónleik. Fabriks-tónleik. Tónleikur arbeiðarans. Musical-traditiónin kagar fram, vit síggja fyri okkum ?Sound of Music? og ?East Side Story?, meðan maskinurnar hakka og takka. Klikk klakk. Intenstiteturin tíðkast, alt er skorið heilt inn at beini og eftir er hin bera nektaða Björk, alias Selma, ið sigur ?I?ve seen it all?. Meðan sjónin viknar, droymir hon seg burtur. Til arbeiðis og heima. Og altíð fylgja ljóðini við, seta gongd á og skapa eitt gandakent umhvørvi, har alt gerst tónleikur. Sjálvt tá evsta løtan er komin og kvinnuligi fangavørðurin skal føra Selmu á skafottið. ?Tel fetini? sigur hon. Og hetta gerst næstsíðsta skering. 107 vóru fetini, sum eisini er heitið. Á markinum til lagnutungan komikk og drívandi sentimentalitet, men eydnast hvørja ferð. Bæði filmur og fløga lýsa munin á list og skræpu. Tey, sum enn ikki hava sæð filmin og orka ikki at bíða til Listastevnuna í august at síggja hann í Havnar Bio, kunnu leggja fløguna í spælaran ? og droyma seg burtur í klikkandi, tikkandi heiminum hjá Björk, ið framúr væl fylgir skilvísi Triers. ?A blind man is a walking cinema?, sum íslendski Friðrik Thór plagar at siga. Blunda og lurta. Meinhard Jensen ummælti filmin í síðsta Vikuskifti, tá hann fekk Felix-virðisløn sum besti filmur við besta kvinnuliga høvuðsleikara.


Björk ?Selmasongs?

(Polydor 2000)