Nú ber til at melda seg til tónleikakappingina Sement, sum Margarinfabrikkin skipar fyri. Bólkurin Moby The Pink Pilot vann kappingina í fjør, har vinningur teirra var studiotíð í Oyravox, umframt at teir spældu á G! festivalinum, Við Múrin og á Summarfestivalinum 2009.
Hesuferð verður tiltakið hildið í nýggju Perluni og vera umførini 16. og 23. januar og finalan verður leygarkvøldið 30. januar. 2010
Reglur fyri kappingina
Bólkurin ella einstaklingurin, skal ikki hava givið nakra fløgu út. Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum, har bólkurin í minsta lagi framførir tvey egin løg og allar sjangrur eru loyvdar.
Síðan verður ein dómsnevnd, sum velur hvør bólkur sleppur víðari til finaluna. Tríggir bólkar sleppa víðari frá hvørjum umfari og til finaluna vera seks bólkar, sum fara at kappast um heitið, at vera Føroya besti nýggji bólkur.
Vinningur er fimm dagar í studio Oyravox við teknikara og luttøka á føroysku festivalunum 2010.
Tilmelding fer fram á sement@fabrikkin.fo innan 9. Januar.
Meira fæst at vita á www.margarinfabrikkin.fo