Semja um undirsjóvartunlar um ein mánað

Tað fer ikki at ganga long tíð, áðrenn semja fæst um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, heldur Bárður Nielsen

Tað fer ikki at ganga long tíð, áðrenn ein politisk semja fæst um, hvussu ætlanin at gera Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil, kann útinnast í verki.

 

Tað heldur Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.

 

Hann verður mangan lagdur undir at vera tann, sum beindi fyri ætlanini at lata eitt privat felag gera tunnilin, tá ið hann í eini almennari fráboðan kunngjørdi, at hann tók ikki undir við ætlanini.

Í Løgtinginum halda mong,  at tað var nettupp hendan fráboðanin, sum fekk løgmann at steðga á, tí tað var ikki hildið at vera skilagott at gjøgnumføra eina slíka ætlan, sum formaðurin í Fíggjarnevndini er ímóti.

Tað endaði við, at málið varð lagt fyri Løgtingið, har mótstøðan var so hørð, at ætlanin við privata tunlinum at enda datt niðurfyri.

 

Og tað eru teir tinglimir sum halda, at av tí sama hevur nettupp Bárður Nielsen eina serliga tunga ábyrgd á sær at fáa semju um ætlanina.

 

Bárður Nielsen sigur, at tað er neyðugt at gera Eysturoyartunnilin ongantíð ov skjótt.

 

Sjálvur heldur hann, at tað fer ikki at taka meiri enn ein mánað at finna politiska semju um tunnilin.

 

Hann vísir eisini á, at andstøðan tekur eisini undir við tunlinum so kanska verður eisini hon við í semjuni um tunnilin – og eini semju um Sandoyartunnilin ” upp á sikt” , sum hann málber so.

 

Fyri ikki at órógva málið, vildi Bárður Nielsen ikki siga, hvat hann sjálvur heldur, men hetta bendir so á, at hann sær fyri sær, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur fyrst og síðani verður farið undir Sandoyartunnilin.

 

Hetta er eisini tað, hann róði framundir í samrøðu við www.in.fo fyri einum teimum vikum síðani.

 

Bill Justinussen staðfesti eisini, at tað eru rættiliga nógv í samgonguni, sum beinleiðis krevja, at semja fæst um tunnilin.